11. mar, 2016

Tann innara kvirran

Og eg eri Harrin, Guð tín, sum øsi havið, so at bylgjur tess ymja; orð míni havi eg lagt í tín munn og lívt tær við skugga handar mínar. (Jes. 15, 15 – 16)

Tað er eingin sjálvfylgja, tá tað havi tú tú siglir yvir blívur óslætt, so at bylgjurnar hava hug til at bróta, og tú óttast fyri, at tú ert við at sjólátast í óveðrinum.

Tú óttast fyri, at títt lívs ódnarveður er eitt tekin um, at Gud hevur tikið seg burtur frá tær. Men nei. Tað er mótsett: “Harrin, Guð tín, sum øsi havið, so at bylgjur tess ymja.” Tað er tín Himmalski Faðir, sum er aftanfyri stormin, tað er Hann, sum hevur sent hvørt vindblak yvir títt hav, og, sum leiðir hvørja ymjandi bylgju.

Men Hann hevur samtíðis lova, at Hann vil goyma teg undir sínum handa skugga. Óveðri skal ikki kosta tær lívið. Ver ikki óttafullu. Gud stendur aftanfyri alt. Og tú skalt sanna Hansara sterku, kærleiksfullu og verjandi hond, sum skal goyma teg – til stormurin er av.