12. mar, 2016

Hjálp móti ótta

Tann dag, eg óttist, eg líti á teg! Við hjálp frá Guði vil eg lova hans orði. (Sl. 56, 4 – 5)

Hetta Bíbliuørindi vísir til eina støðu í lívið Dávids, tá hann flýggjaði frá kong Saul. Kongurin royndi at beina fyri Dávidi, og hann var bangin.

Hvat gjørdi Dávid? Hann vendi sær til Gud í síni neyð, og suffaði, græt og bað.  Og so segði hann við Gud og menniskju, at hann hevði sett sítt álit á Gud. Gud gav honum ugga og megi til at gera nakað. Og tað lesa vit um í Bíbil okkara, at tá Dávid leikaði óður yvirfyri monnunum hjá “Ákisjar” , og tá slapp hann undan teimum...

Dávid segði ikki: “Um eg einaferð skal uppliva, at blíva bangin...” Nei hann segði: “Tá ræðsla kemur á meg.” Á tann hátt er menniskja lívið, ja sjálvt um vit ikki beinleiðis eru í lívsvanda. Av og á kemur ótti á okkum. Men tá er tað gott at vita, at Gud er soleiðis, so sum Dávid lærdi hann at kenna.

Tað heldur at seta sítt álit á Gud! Gud kennir og elskar síni børn, og hann er hjá okkum í ilsku, ja sera nær. Hoyr hvat hann sigur í v/9. “Harm mín hevur sjálvur tú talt, tár míni eru goymd í tíni skál og bók.” (Sl. 56, 9)  

Gud førir ikki børn síni út í pínu og vandar, men hann er sjálvur hjá okkum í øllum tí, ið kemur á okkum. Hansara umsorgan er so ómetaliga stór, at Jesus sigur: “ Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld. (Matt. 10, 30)

Vit kunnu ikki við egnari megi halda fast við hendan sannleika, men máttu eins og og Dávid sannaði, tá hann sigur: “Við hjálp frá Guði vil eg lova hans orði.”

Tað er hendan vissan um Guds orð, sum gerð at vit hava álit á Guds umsorgan. Og gjøgnum Guds orð opnast eisini okkara eygu, so vit síggja hvat stendur víðari í hesum sálma: “Eg líti á Guð, eg vil ikki óttast, hvat kann kjøt mær gera?”

Nágreinilga sæð, so kunnu menniskju ikki skaða tann, sum er goymdur í Guds Faðirs hond. ”Ongum er so trygt at fara sum Guðs lítla barnaskara!”