19. mar, 2016

Syndanna fyrigeving

Og hann tók ein kalik og takkaði, gav teimum og segði: »Drekkið allir úr honum; tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum til fyrigevingar syndanna. (Matt 26, 27 – 28)

Tað vóru syndarar Jesus doyði fyri. Gud sá okkum, hansara egna skapningur, skapað í hansara egnu mynd ávegis móti tí ævigu glatan. Tað var eingin møguleiki fyri frelsu okkara, um ikki Gud tók um endan. Kærleikin til okkara fekk Jesus til at fara í deyðan. Vit høvdu gjørt uppreisn móti Gudi. Vit vóru sek til ævigan dóm. Vit hvørki kundu ella vildu gera nakað, sum  kundi blíðka Gud. Og tó, so fór hann inn til líðing og deyða. Hann vildi frelsa okkum syndarar.

Jesus tók sær altíð av syndarum, tá hann gekk her í heiminum. Tollarar og syndarar hildu seg nær at honum. Og av hansara egna munni fingu teir at hoyra hesi vælsignaðu orð: “Syndir tínar eru tær fyrigivnar.” Hann segði um seg sjálvan, at hann var komin fyri at leita upp, og frelsa tey glataðu.

Jesus kallar enn á syndarar. Og náði boðskapurin er enn tann sami til syndarar. Boðskapurin er til ein og hvønn, sum torir at leggja seg í Frelsarans hendur. Og fyri tey, ið hava sanna, at tey eru syndarar, og hava brúk fyri syndanna fyrigeving.

Jesus hevur bjóða okkum syndanna fyrigeving, um so er, at vit hava sæð okkum sjálv sum syndarar. Tey vakrastu orðini ein syndari kann hoyra eru: “Syndir tínar eru tær fyrigivnar.”