29. mar, 2016

Bønin er morgunlykil og kvøldarlás

Byrja vit okkara dag við at takka Gudi fyri tann nýggja dagin, og biðja vit um hansara vælsignilsi yvir hann? Og enda vit hann við at takka og biðja um náttarhvílu og Guds vernd móti øllum óndum? Vit eru víst meira ella minni tengd av, at berast undan á hesum øki. Men vit eiga at leggja okkum eftir, at bøn letur upp fyri goymdum vælsignilsi. Og at bønar-lás letur aftur hurðar fyri teimum óndu maktunum. Hvat hava vit ikki brúk fyri at steingja tær óndu maktirnar úti. Vit síggja ikki teirra álop á okkara lív, og hvat tær oyða fyri okkara kæru, tí tær eru myrkursins arbeiðarar, men vit síggja árinið av teirra gerningum.

Vit hava brúk fyri at biðja um vælsignilsi yvir okkum sjálv og okkara arbeiði, og at tala við Gud um okkara gleði og trupuleikar. Gud hoyrir bønir í størri mun enn vit hugsa okkum. Mangt av tí góða, sum vit hugsa, at vit hava havt ávirkan á, er ein gáva av Guds hond. Og tey góðu hugskot vit breggja okkum av, eru eisini givin av honum. Tí eigur okkara tøkk ikki at tagna.

Vit liva í eini tíð, sum er fátæk fyri bøn, og eru ikki lík teimum eldru, ið hildu seg til Gud og høvdu eitt heilagt lív, ið vit sjáldan síggja í dag. Tey kundu biðja og trúgva í úthaldni ár eftir ár, og áhaldandi halda fast í teirra bønarevnum. Og tey fingu loyvi til at síggja fruktirnar av teirra bønum. Tey upplivdu stórar vekingar og eina leitan eftir Gudi, ið vit ikki síggja í dag. Latum okkum verða meira áhaldandi at brúka bønina, ið letur upp fyri tí loyndu vælsigningini.