7. apr, 2016

Ansa tær

Vara teg tá fyri at gloyma Harran. (5. Mós. 6, 12)

Átti tað, at verði neyðugt við eini slíkari áminning? Kundi Ísrael gloyma Harran, sum á undurfullan hátt hevði frelst tey, og við tolsemi hevði ført tey gjøgnum oyðumørk, og sum hevði hjálpt teimum á ymiskan hátt, tá tey vóru í neyð? Kundi Ísrael gloyma Hann? Ja, so sanniliga, tí eru áminningarnar fyri neyðini. Líðandi, so sum árini gingu í Kanans landi, so var tað bert ein lítil flokkur av fólkinum, sum mintust Harran, Ísraels Gud var gloymdur.

Í dag er tað teg tað umræður. Ansa tær, at tú ikki gloymir Harran. Tú hevur tikið ímóti tí sama kærleika, sum Ísrael var ein partur av tá. Og so skuldi tú kunna gloyma Hann. Ansa tær. Tú hevur slíkan skund um dagarnar. Hvussu mangan kemur Hann í huga tín? Tað er so mangt, ið kemur í huga tín og hugsan. Hvussu stórt pláss er til Hansara?

Liv hógliga! Ver vakin! Ansa tær!

Annars kanst tú vera vísur í, at tú gloymir Harran.

Hevur tú ei rúm til Jesus, Hann, sum syndir tínar bar?

Nú Hann bankar á títt hjarta, hvat fær Hann til svar frá tær?

Rúm til Jesus, rúm til Jesus! Svara skjótt og kall lýð!

Lat á víðan vegg upp dyrnar – drála ikki! Enn er tíð.