8. apr, 2016

Niðurnívd

Atsøktir, men tó ikki uppgivnir... (2. Kor. 4, 9)

Á hendan hátt eru viðurskiftini hjá teimum kristnu.

Niðurnívd, tað blíva vit øll. Tað verður ikki tikið frá okkum, tað sum ger, at vit missa móti og eru niðurnívd. Hugtung yvir okkum sjálv, og tað úrslit vit fáa av okkara heilaggering, ella yvir okkara arbeiði fyri Gud. Hugtung yvir trupulleikar og yvir menniskju, ið vilja skaða okkum.

Men ongantíð uppgivin.

Tað er altíð nakað eftir, ið eingin kann taka frá okkum og gera til einkis, tann óuppiborna náði frá Kristus. Alt okkara egna kann gerast til einkis, ja, tað er neyðugt, at tað hendir.

Men so eri eg júst ríkari og sterkari enn nakrantíð áður. Tí tá stendur bert Kristus aleinaður eftir.

So eri eg ikki meira niðurnívdur, men óræddur. Tí Kristus ger meg djarvan.

Tí: ongantíð uppgivin.