3. maj, 2016

Miss ikki gleðina

…eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum. (Jóh 16,22)

 

Vit eru øll meira ella minni íðin til at taka gleðina frá hvørjum øðrum, vitandi ella óvitandi. Vit hugsa meira um okkum sjálvi enn um tey, vit tosa við. Tað liggur eins og ein spíri í okkum sum í okkara barnaárum, har eitt barn bleiv øvundsjúk, um so var, at onnur børn høvdu naka, tey sjálv ynsktu sær, og tí beindu fyri tíð. Sum vaksin, so heldur hesin atburður ofta framm. Um ikki annað er at ræða við, so er altíð tann møguleikin at sáa eina eitrandi viðmerking.

 

Men Gud hevur nakað at geva okkum, ið ikki kann takast frá okkum. Tað er tann gleði og friður, vit fáa í tí stund, vit loyva Jesus, at koma inn í lív okkara. Tá blívur okkara tilvera hevja upp frá tí jarðbundna, og vit kunnu skoða frammeftir og uppeftir og vita, at tær trongdir, sum okkara tíð her á jørð kann føra við sær, bert vara stutta tíð. Gleðin kann yvirvinna okkara trongdir, sjúku ella sorg. Tey, ið liva fyri heiminum, hyggja uppá teirra dýrgripir við harmi, tí tey vita, at tey skjótt skulu skiljast frá teimum. Men tann dýrgripur tann kristni eigur í Himlinum, har einki kann skaða tey, og ikki kann takast frá teimum.

 

Latum okkum gleðast og frøast og takka Gudi fyri hendan dýrgrip, hansara óðsigandi náðigávu í Jesusi Kristi