5. maj, 2016

Gud vil gjarna búgva í myrkrinum

          Meðan heimurin blívur meira og meira greiður um sína neyð, so blíva mong kristin minni og minni sikkur í teirra uppgávu. Meðan menniskju slíta sær skógvarnar upp í teirra leitan eftir andaligum fótafesti, so eru fleiri og fleiri í teimum kristnu kirkjunum blivin ivandi um, um Bíblian er ein greiður og álítandi myndugleiki at halda seg til.

          Hvat skulu vit siga um tað? Hvat er framtíðin fyri okkara fólk? Hvørja kós vil kirkjan halda? Blívur hon demokratisera, og sum hevur sína ávirkan á áskoðanina, ella skal orði frá Guds munni áhaldandi standa sum Sannleikin, sum vísir okkum lívsins veg?

          Eg má hugsa um slíkar spurningar í samband við eitt ørindi frá Skriftini: Harrin hevur sjálvur sagt “í myrkri hann búgva vildi.” (1. Kong. 8, 12)

           Orðini koma frá tí vísa  kong Sálomon, tá vígsla var av templinum. Tann vakri bygningurin bleiv ein bústaður fyri Harran. Guds dýrd fylti templi, sum fekk skap eins og eitt skíggj. Roykur, skíggj og toka hava sama virkning, tey skapa dimmi, myrkur.

          Men í hesum myrkri vil Harrin búgva! “Mitt navn skal búgva har”, segði hann. Hann er Gud, ið fjalir seg. Hann vil læra sítt fólk, at yvir alt vakurt er tað ein bláin.

          Eru vit tá yvir latin til at nakað trilvandi og ógreitt.

          Nei ikki um vit lata Harrans navn búgva millum okkum. Tá Jesus og hansara orð í tí Heilagu Skrift fær loyvi til at lýsa í ríkum mát, tá er tað vón fyri okkum, sum liva í myrkri.

           Gud er ljós – tað finst einki myrkur í honum. Jesus segði:

          »Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.« (Jóhs. 4, 12)

          Guds opinbering í Skriftini er sonn, greið og nóg mikið. “Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.” (Heb. 8, 13)  Á sama hátt sum Gud í síni tíð skapti ljósi, so hevur hann á sama hátt skapa ljósins Evangelium, sum lýsir inn í hjarta hjá einum og hvørjum, ið opnar seg fyri tí.