10. maj, 2016

Guds kærleiki

Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. (Jóhs. 3, 16)

Gud elskar øll menniskju í øllum heiminum! Ja, tað kann kanska sýnast at vera sera fjart. Men minst til, at tú ert ein partur av hesum heimi, sum Gud elskar. Og minst til, at Jesus ferð út fyri at finna tað eina lambið, sum hann hevur mist.

Hvørt einasta menniskja var í Guds hugsan, tá hann gav sín son til deyðan á krossinum. Steðga á við krossin, skoða Guds Lamb, sum hevur borði heimsins synd, og tú vilt finna tað nágreiniliga orði fyri Guds kærleika til tín. Her doyði Jesus fyri allan heimin, fyri milliardir av menniskjum. Men hann lat ikki liggja á láni, at frelsa tann eina brotsmannin, sum vendi sær til hansara í síni neyð á Golgata. Og hann hevði umsorgan eisini fyri síni móðir. Mariu, sum stóð við krossins fót og var ørkymla. Mitt í tí stóra flokki, sum altíð var samla um Jesus, so var hansara uppgáva fyrst og fremst at taka sær av tí einkulta. Hann varnaðist øll og gloymdi ongan.

Á hendan hátt er Jesus enn tann dagin í dag! Hann hevur varnast teg í mannfjøldini, og elskar teg við ævigum kærleika. Tað mást tú ikki ivast um!

Men í ljósinum frá krossinum fáa vit eisini sjálv at síggja, hvussu vit í veruleikanum eru.

Krossurin vísir okkum dýpdina av syndini hjá menniskjum, at okkara synd gjørdi tað neyðugt fyri Kristus at fara í deyðan. Syndin er so ræðulig, at ikki ein gang tann almáttugi og kærleiksfulli Gud kundi fyrigeva hana uttan at ein mátti bøta fyri tær.

Og semjuna gjørdi Gud sjálvur, tá hann ofraði sín elskaða son á krossinum. Tí gevur Gud okkum hetta lyfti, at ein og hvør, sum trýr á hansara son, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.

Eitt undurfult lyfti!