16. maj, 2016

Nýggjan bygning

 

Tí at vit vita, at um okkara jørðiska tjaldbúð verður brotin niður, tá hava vit ein bygning frá Guði, hús, sum ikki er við hondum gjørt, ævigt í himnunum. (2 Kor. 5, 1)

Fil. 1, 21 Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur. (Fil. 1, 21)

Lívið her á jørðini er stutt. Sjálvt teir elstu ímillum okkum vilja siga, at lívið hevur gingið skjótt. Og, at lívið er ósikkurt, vit vita ikki nær vit vera kallaði burtur her frá. Tey gomlu skulu doyggja, og tey ungu skulu doyggja sigur eitt gamalt orðatak.

Álíkavæl eru tey flestu menniskju ikki nógv upptikin av at teinkja uppá deyðan. Vit vita, at vit einaferð skulu doyggja. Men tann tankan skúgva vit til viks. Og so kemur deyðin og dómurin heilt óvænta.

Tað er rætt og satt, at teinkja , at vit einaferð skulu fara her frá. Ein kristin vil ikki lata eyguni aftur fyri hesum sannleika. Hann veit at tað er umráðandi, at vera til reiðar, tá Harrin kallar.

Ì gomlum uppbyggingarbókum verður ofta talan um, at gera seg tilreiðar til deyðan. Og tað við góðari grund. Vit vita ikki dagin, tá vit skulu heim.

Tað fyrst og neyðuga er at hava sína søk í ordan við Gud. Øll synd er tá bekend yvir fyri Gudi, og sakin gjørd upp við hann. Og so hevur ein fingið náði til, at trúgva uppá Jesus, sum er okkara frelsari frá synd og deyða og djevulsins makt.

Í trúnni á Jesus, havi eg barnakor hjá Gudi, og kann eg vera tryggur og róligur hvat so enn hendir.

Alt má vera í ordan, av jarðiskum tingum alt má vera klárt. Kanska er tað nakað, sum skal gerast upp, við eitt annað menniskja. Alt, sum viðkemur mítt forhold til Gud og menniskju, so er tað gott og rætt at fáa vegleiðing og góð ráð hjá einum sum hevur sálar røkt.

Tað er ikki deyðan vit skulu teinkja mest uppá. Vit skulu lyfta okkara eygu, og hyggja uppá Jesus, sum okkara frelsara frá synd og deyða. Tí tann, sum kennir Jesus, skal deyðin blíva sum ein skytsmaður, sum hjálpir okkum yvir deyðans hav. Og so skulu vit teinkja, at Jesus kemur skjótt. Tó skulu tey, sum liva og trúgva á hann, ikki doyggja, men takast heim í skýnum.

2 Kor.5,4 Ja, meðan vit eru í tjaldbúðini, møðast vit og stynja, av tí at vit vilja ikki avklæðast, men yvirklæðast, fyri at hitt deyðuliga kann verða uppslúkað av lívinum.

Tess. 4,14 Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum.

Lukkuligur er tann, sum er til reiðar, at fylgja honum, tá hann kemur. Tí kunnu vit bert taka undir við tí sum sang yrkjarin, so vakurt ber fram áður enn hann doyði á ungum árum.

 

 

Hátt á Sion stendur lambið

við tí frelsta skaranum,

sum Guds faðirs navnamerki á sær ber;

skarin keyptur er og tváaður

í offurblóðinum, fylgir lambinum á síni himmalsferð.

M. S. 182, 2.