17. maj, 2016

Guds kraft

Tit sum við Guðs kraft verða varðveittir við trúnni. (1. Pæt. 1, 5)

Tað er so nógv, sum dregur niður, alt tað holdbundna rundan um meg, og tað ónda inni í mínum egna brósti. Freistingarnar, stúran, trupulleikar, ónd menniskju,, sorgir og vónbrot. Um so var, at eg ikki fekk hjálp til at bera byrðarnar, so vildi eg hokna undir møðini.

Men Guð eigur tøkkin fyri, at tað finst ein slík hjálp, og tað er ein hjálp, sum vil nakað, nevniliga: “Guðs kraft”.

Hann hevur sjálvur lovað, at halda mær uppi. Og hann hevur hildið sítt lyfti til hendan dag. Eg skal ikki hokna, sjálvt um tað, sum dregur meg niður og tað holdbundna, er á ongum sinnið so sterkt, og um byrðarnar, sum leggjast á meg, er ongantíð so stórar, og um mín krossur, sum Jesus sjálvur hevur givið mær at bera, er á ongum sinnið so tungur. Tí hansara kraft heldur mær uppi.

“Við trúnni”, stendur tað. Trúgvin er her tann hjálparleysa flýggjan til hansara. Tað er við míni ásannan av míni egnu máttloysi og við at siga frá mær mína egnu kraft, at eg fái Guds kraft við allari sínari styrki.

“Ja , Harri, við tíni kraft vil eg haldast uppi.”