27. maj, 2016

Umvending

Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið. (Matt. 18, 3)

Við at venda um, og verða kvirr skulu tit frelsast, sigur profeturin Jesaja. Gjøgnum tað tronga umvendingar liði koma vit inn í Guds ríkið. Onnur inngongd finst ikki. Og tað er meint við øll menniskju! Í Ápostlasøguni kunnu vit lesa um, at Gud hevur borði yvir við tíðini við fákunn, men nú sendir hann menniskjunum tann boðskap, at tey øll og allastaðni skulu venda um. Og Jesus hevur sagt, at tað í hansara navni skal verða boða umvending og syndanna fyrigeving. Tí eigur tað, at vera greitt fyri einum og hvørjum: “Vil eg hava lut í frelsuni, og vilji eg til Himmals – so má eg venda um til Gud.”

Blív eins og barni. Hesa mynd brúkar Jesus, tá hann í hesum orðum, sum vit byrjaðu við vísir okkum á hvønn hátt umvendingin fer fram. Vit mugu blíva lítil í okkum sjálvum, so Gud kann blíva stórur í okkum. Vit mugu boyggja okkara vilja inn undir hansara. Okkara stoltleiki má støkka av, so Gud kann blíva ærdur og upplyftur.

Týdningurin av umvending er, “at taka annað skinn um bak!” Tað vil so siga, at vit mugu verða tilreiðar til, at viðganga okkara syndir og kvitta við hana og treytaleyst yvirgeva okkum til Gud. Vit kunnu ikki bert vera nøgd við at skifta meining. Vit mugu skifta harra í lívið okkara!

Týdningurin av umvending er ikki bert ein broyting, men tað er eitt umskifti frá deyðanum til lívið. Vit blíva nýggj menniskju! “Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!” (2. Kor. 5, 17) “Men alt er frá Guði,” stendur skriv í næsta ørindi. Tann týdning hevur tað, at tú ongan møguleika hevur at taka teg saman, og broyta títt lív.

Hugsa aftur um barni, sum Jesus brúkar sum fyrimynd. Eitt líti barn er hjálparleyst. Tað ert tú eisini, tá tað ræður um tína umvending. Men barnsins lítla hjarta er fult av áliti og trúgv.

Og tað er júst tað, sum Jesus hyggur eftir, tá hann tala til okkum vaksnu, um at venda um.