27. jul, 2016

Tann stóri læknin

Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið hava ilt. (Matt. 9, 12)

Ert tú ein av teimum, “ið er sjúkur”? Tað er ikki tað avgerandi, hvar tín sjúka er meinast. Tað kann verða so ymiskt. Tað er ikki altíð, at man finnur tað ringastu pínuna hjá teimum, sum liggja í songini, ella hjá teimum, sum gráta so sáran við gravarbakkan. Tað ganga ikki so fá mitt í millum tey frísku, smílandi menniskju, sum man má siga um, at tey hoyra til tey menniskju, í líða.

Men Jesus var – og er áhaldandi – tann stóri læknin. Tað er júst tí, at hann er komin her í heimin fyri at hjálpa teimum, sum eru sjúk. Tað er eingin synd, sum hann ikki kann fyrigeva, - eingin pína, sum hann ikki kann linna, - eingin neyð, sum hann ikki kann hjálpa okkum við. Hann, tann stóri, kærleiksfulli og undurfulli læknin, hann sóknast eftir tær í dag, - hann møtir tær við grøðing, linna og hjálp. Tú, ið ert sjúkur, tú treingir til læknan – verð kvirrur yvirfyri honum, og hann vil lekja teg.