2. aug, 2016

Sakeus

Og tá ið Jesus kom hagar, leit hann upp og bar eyga við hann og segði við hann: »Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi.« v6  Og hann skundaði sær og fór niður og tók ímóti honum glaður. (Luk. 19, 5 – 6)

Í lívinum hjá Sakeus var tað turt og oyði. Hann var í stórari neyð. Nógv bendir á, at hann hevði tikið meira skatt, enn tað hann átti at taka, og koyrdi tað í egnan lumma. Sum tíðin leið, so fóru hesir pengar at brenna í lumma hansara, og ikki nokk við tað, men eisini í hansara samvitsku.

Tað kom ferð á Sakeus, tá Jesus kom. Hann gjørdi tað, sum hann ikki hevði droymt um áður. Yvirtollarin kleyv upp í eitt morberjatræ! Hann boygdi seg sera langt niður, við tað, at klatra uppí eitt træ. Nú var hann ikki bert lítil á vøkstri, men eisini lítil í sær sjálvum.

Kanska hildu fólk, at tað var gott, at hann, sum annars sat á tí høga postinum, eyðmýkti seg. Tey høvdu óivað bert vanvirðing yvir fyri honum. Ikki bert tað, at hann ríkaði seg upp vegna tey. Hann tænti eisini tí hataðu herseting, og tað vald, sum Rómaríki framdi í landinum.

Jesus steðgaði á hjá Sakeus, og fór við honum heim. Jesus hyggur á ein annan hátt uppá okkum. Hann sær neyðina í hjartanum, og hann handlar stikk mótsett av fólksins meiningum og ytru umstøðum. Hann kemur menniskjum ímóti, sum av einum erligum hjarta søkja hann.

Mitt í tí pálmaskrídda Jeriko var tað tó ein maður, ið livdi í andaligari neyð og turki. Kanska hevur tú tað á sama hátt. Tað nívir tína samvitsku kanska. Tú vilt so gjarna møta Jesusi!

Eyðmýk teg fyri Jesusi, og “klatra uppí eitt træ”. Hann vil eisini steðga á hjá tær. Hann fór heim við Sakeus. Hann vil eisini koma heim við tær. Tað bleiv ein nýggjur dagur, og eitt nýtt lív hjá Sakeus. Tað kann tað eisini blíva fyri teg.

Sakeus mátti gera upp við bæði Gud og menniskju. Men nú hevði hann frið. “Í dag hevur frelsa verið hesum húsi fyri” v/9 Tað er tað, ið hevur nakran týdning, tá alt kemur til alt. Og tað er frá hesi støðu, tað nýggja lívið kann byrja, tá vit eyðmýkja okkum fyri Jesusi.