14. aug, 2016

Ein fátæk einkja

»Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan hevur lagt meira í enn øll hini, sum løgdu í kistuna; tí at tey løgdu øll av tí nógva, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti, alla ogn sína.« (Mark. 12, 43 – 44)

Jesus lærir okkum nakað viðkomandi í hesum orðum, ið vit byrjaðu við. Hann og lærusveinarnir kundu við áhuga fylgja við tí, sum viðurfórst við tempulkistuna. Nøkur góðu nógv og vildi helst, at tað kundi síggjast av øðrum. Onnur góðu minni, og vildu einahelst, at eingin sá tað. Jesus leggur ikki høvuðsdent á, hvussu nógv hvør einkultur gevur, men hvussu nógv tey hava eftir aftaná. Kanska hava vit eisini brúk fyri hesum setningi? Einkjan gav nøkur fá oyru, men hon gav alt!

Alt, ið vit eiga, er ein gáva frá Gudi. Hann biður okkum um, at umsita tær rætt. Vit skulu brúka tíð, pening, ídni og kreftir í tænastuni fyri hann og næsta okkara. Hann hevur kalla okkum til at hjálpa bæði andaliga og til tímiliga. Hann hevur sjálvur víst okkum sína gleði við at geva seg sjálvan: “Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum?”(Rom. 8, 32)

Tíðin at sáa og heysta er eisini í Guds ríkið. Í Orðtøkum Sálomons stendur at lesa soleiðis: “ Ein gevur ríkliga og fær altíð meira aftur, annar verður armur av órættum sparni.”(Orð. 11, 24) Gud talar ikki til okkara pengapung, men til okkara hjarta. Fær hann loyvi til at seta sín dám á okkara hjørtu, so er sami dámur settur eins og hann gav okkum.

“Berið alla tíggjundina í goymsluhúsið, so at føðsla verður í húsi mínum, og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkliga helli út signing yvir tykkum.”(Mál. 3,10) Gud gevur gevaranum nokk at liva av!