20. aug, 2016

Grundfest trúgv

Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar... (Heb. 12, 1 – 2)

Tað var ein løgin fjøld av menniskjum, sum vit hava frammanfyri okkum her. Skýggi av vitnum, eru trúgvandi kvinnur og menn í gomlu pakt, sum eru umrødd í Heb. 11. Ein fjøld av menniskjum, sum fyri langari tíð síðani eru deyð. Ja, tey vóru longu deyð, tá Bíblian bleiv skriva. Hóast tað, so liva tey enn. Eg hugsi ikki bert um, at tey liva millum bløðini í Bíbliuni. Nei, tey liva í besta lagið heima hjá Gudi. Tey hava sigra, og teirra mál er nátt.

Hvat er tað, ið tey vitna um? At trúgvin á Gud sigrar. Tey livdu og doyðu í trúnni á hann. Tey vóru heilt vanlig menniskju, eins og tú og eg. Tað var ikki teirra trúgv, ið var so serstøk, men tað, at hon var grundfest í Gudi sjálvum.

Tað er ein, sum hevur málborið seg soleiðis, at tað er betri at hava eina veika trúgv á sterkum ísi, enn at hava eina sterka trúgv á veikum ísi. Tað avgerandi er ikki, hvussu sterk okkara trúgv er, men hvussu sterkur Gud er. Tað menniskja, ið hevur sett sítt álit á Gud, kanska í veikleika, hevur bygt sítt lív á klettin. Hesar trúar hetjur, sum nevndar eru í GT, kunnu ikki geva okkum kraft og styrki, men tey vitna um hann, sum er almáttugur og sterkur. Alt teirra lív er í sjálvum sær ein vitnisburður um Gud.

Í GT, hevur tú møtt mongum av teimum, sum nevnd eru í Heb. 11. Og tú hevur møtt fleiri frá Jesusar tíð. Og tú kanst óivað leggja fleiri afturat. Tú hevur óivað møtt nøkrum í lívið tínum, menniskju sum vitna um, at trúgvin á Gud er sigur. Tað er ikki ein einsháttað fjøld. Tey eru heilt og aldeilis ymisk, og hava ikki bert góðar eginleikar. Men tað er ein, sum gerð, at tey virka saman – Jesus. Tað er um hann, at tey vitna, og í honum, tey sigra.

Framum alt, so vilja tey læra okkum at hyggja uppá Jesus. Hann er tann grundfesta trúgvin, sum ber!