2. sep, 2016

Andans veðhald

Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs... (Heb. 7, 25)

Er ein fullkomin frelsa, ikki bert nakað, sum nøkur fá menniskju kunnu uppliva? Og er vegurin til fullkomna frelsu, ikki ein serlig avhending, við einum serligum dópi?

Nei! Tí soleiðis sigur orði:

Tann, sum kemur til Gud við Kristusi!

Altso vegurin er: At koma! Einkultur, erligur og einfaldur, við síni synd, fátækt og neyð.

Og so gevur hann tað fullkomna svari, og tað fullkomnu frelsu!

Er Evangeliið ikki undurfult! Tann, sum kemur til Gud við Kristusi, vinnur alt. Hann er fullkomiliga reinur og heilagur í Kristusi. Hann hevur fría atgongd til kraftar og signingar kelduna. Hann hevur Andans veðhald og  trygd fyri, at hann skal vinna tann æviga sigurin. Hann fær alt, ja, alt bert við, at koma!

Kæra sál, tú kanst gleðast. Sig ikki, at tú ert fátækur. Alt er jú títt. Tú er tað ríkasta menniskja í heiminum, tí tú eigur í Kristusi eina fullkomna frelsu.