6. sep, 2016

Ein trongdar vegur

           Vit eiga at ganga inn í Guðs ríki gjøgnum mangar trongdir. (Aps. 14, 22)

          Vegurin inn í Guds ríkið er ein náði vegur, og blívur áhaldandi ein náði vegur, til vit fullkomiliga eru loyst frá hesum heimi, - men tað er eisini ein trongdar vegur! – Tað hevur Harrin á ongum sinnið fjalt útyvir fyri nøkrum. Tí skulu vit heldur ikki gera tað, og føra kristnilívið, og gongdina saman við Harranum, til bert at vera eydna og gleði í hesum heimi. Nei, “í hesum heimi hava tit trongdir,” sigur Harrin, - so tað eigur ikki at koma sum nakað óvænta á nakran. Men hann støðgar ikki við tað, og tað er tað, ið virkar frímóð og úthaldni í okkum, hóast alt: “men havið gott treyst, eg havi vunnið sigur av heiminum.” (Jóhs. 16, 33)

          Í honum hava vit sigurin yvir øllum tí, sum stendur okkum ímóti, - og hann sigur í hesum sama viðfangi: “Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at tit skulu hava frið í mær.”

           Tú livir í fígginda landinum, ja, mitt í fígginda leguni, tú, ið ert flýggjaður til Jesus, og livur saman við honum, tí hvat so fíggindin hevur móti tær, so skalt tú vita, at tað longu er ein sligin fíggindi, Jesus hevur sigra! Og eins og tú hoyrir av Guds orði, so hevur hann sigra fyri okkum! – tí annars so kundi hann ikki biðji okkum um at vera frímóðið grunda á hansara sigur!