6. okt, 2016

Opnu dyrnar

Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær. (Jóhs. Op. 3, 20)

Dyrnar, sum Jesus bankar uppá, eru okkara hjørtu. Tí, har vil Hann sleppa inn! Hann vil so gjarna inn til tín, sum enn ikki hevur lati upp fyri Honum. Tú hevur eina órógv í samband við trúnna, og ein longsul í tær, men tú hevur ikki uppliva Gud. Tú upplivir bert tínar egnu hugsanir, longsul og knoss, og tú ert, hóast alt í tíni religiøsu støðu, uttan Gud. Tú hevur brúk fyri, at Gud blívur veruleiki fyri teg. Tí skalt tú opna hjarta fyri Honum.

At opna fyri Jesusi, hevur tann einkulta týdning, at tú skalt siga honum allan sannleikan. Eisini tann sannleika, at tú hóast tína religiøsu fortíð, hevur veri uttan Gud. Tá tú á hendan hátt – uttan fyrivarni – vilt avhenda teg til hansara, so vil Hann koma inn til tín, og eta kvøld máltíð saman við tær. Tað seinast hevur tann týdning, at Hann vil fyrigeva tær allar tína syndir, og tú vilt standa reinur og rættvísur yvirfyri Gudi.

Jesus bankar eisini uppá hjá okkum, sum hava fylgst við honum í longri tíðarskeiði. Vit mugu ikki gloyma, at hesi orð blivu søgd til samkomuna í Laodikea. Tey vóru nevniliga blivin flógv í teirra støðu til Gud, og trongdu tí til, at blíva endurnýggjað. At opna sítt hjarta fyri Jesusi, hevur tann týdning, at vit geva honum loyvi til at reinsa út har inni, so at alt tað, ið Hann ikki vil kennast við, verður tikið burtur.

Okkara hjarta er mangan deilt, hálvt og lunka. Tað er so bundi til syndina, og teir jarðisku lutirnar. Tí er tað neyðugt, at Jesus dagliga tekur búgv í okkara hjørtum, og ruddar upp har inni. Av teirri grund bankar hann uppá hjá samkomuni í Laodikea, og av somu grund bankar hann uppá hjá okkum.

Vit kunnu ikki sjálv broyta okkara óreina og lunkaða hjarta. Men Hann kann!

Vilt tú í dag loyva honum inn – og geva honum fríar hendur?