7. okt, 2016

Hvat er Jesus – fyri teg?

»Hvønn siga menn menniskjusonin vera?« (Matt. 16, 13)

Tað er ein týdningarmikil spurningur at fáa svar uppá, og mong hava gjøgnum tíðirnar sýsla við hendan spurning. Hvør er Jesus í roynd og veru?

Á Jesusar tíð vóru tað mong ymiska svar uppá tað. Fólk sóu hann gera undur og kraftagerðir, tey blivu hugtikin av tí – og vildu gera hann til kong. Fariseararnir settu fellur fyri hann, men í teirra stútuta atburði vistu teir ikki, hvat teir skuldu gera við hann. Ja, sjálvt Heródes gjørdi sær sínar hugsanir um hann – mundi hann vera Jóhannes, sum hann hevði lati hálshøgga? Hvør var hann?

Men Jesus læt sær ikki lynda við tað, at hoyra lærusveinarnar vístu á, hvat onnur høvdu at siga um hann. Tað kann vera so lætt at tosa um meiningarnar hjá øðrum um hann. Men Jesus stillar spurningin persónliga til lærusveinarnar. Og hann stillar akkurát tann sama persónliga spurning til tín í dag: »Men tit, hvønn siga tit meg vera?« v/15 Nú blívur spurningurin nærgangandi – og tann spurning kemur eingin uttan um.

Eingin kann verða uttanveltaður í sambandi við Jesu. Man kann velja, at venda honum bakið, ella heilt at avvísa hann, men tað er eins greitt svar og mong onnur. Eingin kemur nevniliga uttanum Jesus. Og í dag ljóðar spurningurin til tín: “Hvønn sigur tú, at Jesus er?”

Pætur kendi svarið: »Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.«v/16 Jesus er Kristus, Messias, tann sum allir profetarnir hava vitna um. Tað er hann, ið bleiv særdur og soraður á Golgata krossi. Hann, sum Gud sjálvur drap. Jesus, ið gekk inn í tað stóra býti, har øll okkara brek og øll okkara synd bleiv flutt frá okkum yvir á hann, og har hansara rættvísi, hansara heilagleiki, hansara støða sum Guds Sonur og hansara arvur bleiv givin okkum. Tað er HANN!

Hesa náði gevur hann til øll, hóast tað, so eiga ikki øll tað. Pætur átti hana, ikki av teirri grund, at hann kundi hugsa seg fram til eina staðfesting, hvør í Jesus var, men tí Gud hevði opinberaða honum, at Jesus var Kristus, hansara Frelsari.

Hvønn sigur tú, at Jesus er? Hvat er hann fyri TEG?