2. nov, 2016

Harrin er hirði mín

Seyðurin hevur hug til, at eta gras, og vit kunnu siga, at hann fylgir nøsini, hyggur ikki upp, og gongur beint fram, ja, sjálvt yvir ein veg við nógvari  ferðslu. Tað liggur til teirra lind, at komast av leið, tí teir fylgja bert tí, ið teir eta.

Hirðin má fylgja við, hvar seyðirnir ganga. Tá hann so leggur til merkis, at ein er vilstur av leið, so vágar hann sær at fara burtur frá fylginum, og tekur stav og kepp við til ferðina, tá hann leitar eftir tí burtur komna seyði. Tá hann finnur hann, tá strekkir hann krókin á endanum á stavinum um hálsin á seyðinum, og hálar hann í tryggleika. Leggur hann á herðar sínar, og ber hann heim aftur til fylgið. Hann kallar tann burturblivna við navn, og sissar hann til hann er blivin róligur aftur. Teir eru báðir so knýttir til hvønn annan, at teir kunnu ikki vera hvønn annan fyri uttan.

Dávid, sum minnist tíðina sum smádrongur, har hann ansaði seyðinum, so byrja hann at hugsa eins og ein seyður. Ljóðini frá náttin eru livnaði, og Dávid yrkir sálma 23., fyri okkum.

Vit hoyra hann tá hann syngur og tosar við seyðirnar, og sigur: “Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni.” (Sl. 23, 1)