3. nov, 2016

Harrin sum fyrimynd

Umberið hvør annan og fyrigeva hvør øðrum, um einhvør hevur kærumál móti einumhvørjum; eins og Kristus fyrigav tykkum, soleiðis eisini tit! (Kol. 3, 13)

Fyrigeving er í miðjuni í øllum tí góða, sum ein kristin hevur fingið gjøgnum Jesusar deyða og uppreisn. Í Guds, tí Alvitandis, eygum eri eg – fyri Jesus skuld – blivin, sum um eg á ongum sinnið havi sagt nakað skeivt, gjørt nakran vónbrotnan, vilja verði fríður frá Gudi ella nakað av øllum øðrum, ið eyðkennir ein syndara. Tann almáttugi Gud, fer við mær nú sum sítt elskað barn. Tí tað er tað, eg eri blivin.

So fyrigev hvørjum øðrum, eins og Harrin fyrigevur tykkum. Tann, sum hevur fingið Jesus sum sín frelsara, hann hevur fingið hann sum fyrimynd.

Á hvønn hátt fyrigav Harrin?

Soleiðis, at tað sum er fyrigivið er burtur. Tað skal ikki meira hava ávirkan á míni viðurskifti við Gud.

Tað er ikki nakað, sum er so eitrandi í eini familju ella á einum arbeiðsplássi, sum tá gamalt agg blívur tikið upp aftur. Tað er tosa út um tað, biðji um fyrigeving, og alt átti at verði gott. Vikur ella mánaðir seinri, so verður tikið fram nakað, ið líkist – og beinan vegin ljóðar aftursvar: “Tað var eins og tá, tað ferðirnar...” Og so var tað gamla tó ikki gloymt og burtur. Tað lá tilreiðar til tann dag, ein passandi setningur ella orð vóru søgd.

Harrin fyrigevur á tann hátt, at tað gamla á ongan hátt kemur meira upp í sinni títt aftur. Tað er okkara stóra fyrimynd í okkara møti við syndina. Tann synd, sum situr ikki bert í okkum sjálvum, men eisini í okkara nærmastu. Eg eri blivin evni fyri eini fyrigeving, sum veruliga letur fortíðina vera fortíð, og letur meg verða tað reinsaða menniskja.

So tað er á hendan hátt, eg eri kallaður til at røkja mínar brøður og systrar. Tí mín frelsari er mín fyrimynd.