4. nov, 2016

Elska næsta tín

...tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Eg eri Harrin! (3. Mós. 19, 18)

Man kann mangan undrast yvir, at næstin hevur ein so stóran leiklut í Guds orði. Mín næsti er eitt týðandi evni bæði í lógini í Gamla Testamenti og í Jesusar undirvísing um menniskjalívið.

Í orðinum vit byrjaðu við, har síggja vit, at grundin til boði, eru eini boð um næstakærleika, og við tað, at Gud er Harri. Og havið staðfestir nakað, sum vit mugu leggja stóran dent á. Við mínum næsta eri eg heilt inni við Guds hjarta. Tað er Gud, eg tæni, tá eg tæni mínum næsta. Mítt lýdni móti Gudi avspeglað seg í, á hvønn hátt eg viðurfarist mín næsta. Og tá eg geri meg inn á næstan, tá er tað tann Heilaga Gud eg geri meg  inná.

Eg møti ikki einum menniskja í lívi mínum, sum hann ikki hevur mynda og givið lív. Og um øll tey er sama søk galdandi, at hann við lívið sínum í veð, ynskir at geva teimum frelsu. Eg møti ikki einum menniskja, sum Jesus ikki hevur ofra sítt hjartablóð fyri, við krossdeyða sínum. Eg komi á ongum sinnið til at elska tey hægri, enn hann elskaði tey.

Og so brúkar Skriftin júst orði næsti – næstringar og granni. Tað er ikki mannaættina sum ein stóra mongd, sum hann kallar okkum til at elska. Tað vildi verði ein løgin háttur, sum vildi bæði verði ógvusligur og óbindandi. At elska heimin, tað gjørdi Gud. Á tann hátt, at hann minnist okkum øll. Men eg lítla menniskja er ikki Gud. Eg eri kallaður til, at taka mær av teimum menniskjum, sum hann leggur á mín veg.

Tað eru tey nærmastu, hjúnafelaga, børn, arbeiðsfelagar, og brøður og systrar í samkomunum. Teimum, sum eg eri so tætt uppá, at tað blívur ringt at sleppa rundanum. Tað fyrsta menniskja, ið tú møtir, tað er tað, ið tú møtir í loynikarinum tá tú letur dyrnar upp, tað er tín næsti, sum tú elskar, sigur Søren Kierkegaard. Um tú hevur ringt við at síggja, hvat Guds kall er til tín. So síggj dagin í ljósinum av hesum boði.

Um tú hevur ringt við at síggja, at tú er ein syndari. So síggj dagin í ljósinum av hesum boði.

Tað størsta av teimum øllum!