8. nov, 2016

Tann gamli boðskapurin

          Takið støðu við vegirnar og rannsakið og spyrjið eftir fyrndargøtunum, har eydnuleiðin man liggja, gangið tit hana; tá skulu tit finna hvíld fyri sálir tykkara. Men teir svaraðu: Nei, tað vilja vit ikki! (Jer. 6, 16)

Tað ljóða mangar villleiðandi røddir í dag. Tað skulu koma mangir falskir profetar í teimum síðstu tíðum, og mong skulu blíva leidd á skeiva leið, sigur Jesus. Tá vit líta útyvir kristindómin í hesi tíð, so er tað ein ørkymlandi fatan, vit fáa at síggja.

Men hvar finna vit so tann sanna vegin? Paulus sigur tað á hendan hátt í 1. Kor. 1, 18: “Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.”

Sig mær ta gomlu søgu, hitt orð so mangan sagt, um Jesus og hans kærleik, um Jesus og hans makt.

Tað er eins og hettar ikki røkkur til í okkara tíð. Mong eru upptikin av, at finna nýggjar leiðir nýtt háttalag, ið kunnu nýtast.

Nú kann frelsu boðskapurin óivað førast fram á ymiskan hátt, men vit mugu ikki gloyma, at orði um krossin er vegurin, tann gamli, royndi og haldgóði vegur. Tað er tað orði, sum er ein Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann, ið trýr.

Men hví er tað júst boðskapurin um krossin? Hví skal tað altíð minna okkum á tað blóðiga ofri? Tað er tí, at tað var fyri tínar syndir, at Jesu bleiv førdur til krossin. Men her við Jesu kross møtir tú eisini friðar boðskapinum. Tín skuld er fyrigivin, tú ert frí(ur).

Tí vilja vit áhaldandi verða her, tí tað er her, Guds kraft er givin okkum til frelsu.

“Men teir svaraðu: Nei, tað vilja vit ikki!” Tað er tíanverri, hvat tey flestu svara í dag. Tað eru eisini nøkur av teimum, ið kalla seg kristin.

So kemur spurningurin til tín: Vilt tú ganga eftir tí gamla roynda vegnum, ið førir til frelsu? Vilt tí liva av tí kraft, sum gongur út frá boðskapinum um krossin? Ella hevur tú betur hug til nýggjar ivasamar vegir. Hugsa um tað yvirfyri Guds andliti, og bið um hansara hjálp, so tú ikki fert skeivur. Tað er Himmalin, tað umræður.