24. dec, 2016

Gleðiboð

…eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. (Luk. 2, 10)

Tann stóra gleðin, sum skuldi verða fyri alt fólkið, var boðskapurin um, at Gud sjálvur var blivin menniskja, og blivin okkara bróðir. Tað sigur Skrifrin okkum: ”Tí at bæði tann, sum halgar, og teir, sum halgaðir verða, eru allir komnir av einum; tí skammast hann ikki við at kalla teir brøður, tá ið hann sigur: »Eg vil boða navn títt fyri brøðrum mínum, á miðjum mannafundi vil eg syngja tær lov.”(Hebr. 2, 11 – 12) Og Jesus segði við Mariu Magdalenu: ”Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara.” (Johs. 20, 17)

Hví Jesus skuldi føðast inn í hendan heim sum eitt menniskjabarn. Tað sigur Bíblian okkum á hendan hátt: ”Av tí at nú børnini eiga lut í holdi og blóði, tá fekk hann eisini á líka hátt lut í tí, fyri at hann við deyðanum skuldi gera tann máttleysan, sum hevur deyðans veldi, tað er djevulin, og fría út øll tey, sum av deyðaræðslu vóru undir trældómi alla lívsævi sína.”(Heb. 2, 14  - 15) Og á øðrum staði stendur: ”Tess vegna mátti hann í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur, fyri at hann kundi verða ein miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur í tænastu fyri Guði til at bøta fyri fólksins syndir.”(Hebr 2,17)

Vegna menniskjunnar skuld, so mátti gjaldast við menniskja blóði, so eitt menniskja mátti bøta fyri tað, ið onnur menniskju vóru sek í. Tí var tað sáð kvinnunnar, sum skuldi knúsa høvur ormsins. Tí mátti Jesus føðast sum menniskja undir tí lóg, ið var menniskjum givin. Og tí var tað ein stórur gleðiboðskapur, sum einglarnir bóru, sum skuldi verða fyri alt fólki – eisini fyri okkum, sum í vantrúgv og fávitsku vóru langt frá Gudi.

 

Langt, langt frá Gudi sum trælum eg lá,

kend ei náðina.

Fríur eg varð, tá ið Jesus eg sá,

bløða á Golgata.

Sigurstónar 260, 1