6. jan, 2017

Í neyð

Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða! (Sálma 27, 14 & 1)

 

 

Dávid var í stórari neyð. Hann kendi seg vrakaðan av Gudi, og kendi tað sum tað einasta rættvísu fylgju av synd síni og ótrúskapi. Tí rópar hann:  ”Hoyr, Harri, mítt kallandi ljóð, náða meg og gev mær andsvar! Mítt hjarta talar til tín: »Søkið ásjón mína!« Harri, eg søki tína ásjón. Fjal ei fyri mær ásjón tína, rek ei í vreiði tín tænara frá tær, tú hevur verið mín hjálp! Koyr meg ei burtur og far ikki frá mær, frelsunnar Guð mín!” (Sálma 27, 7 – 10)

 

Slíkar tíðir koma fyri ein hvønn Kristnan. Alt sýnist vónleyst. Tú sært bert svik og manglar, synd og ótrúskap hjá tær sjálvum. Tú følir teg andaliga deyðan, forfjónaðan av Gudi og yvirgivnan til eitt sinni, sum einki kann brúkast til.

Men júst tí, at tú hevur tað á henda hátt, mást tú rópa til Harran, sjálvt um tað sýnist vónleyst.

Jesus er ikki langt burtur frá tær. Tað merkist kanska, at so er. Men hann er tær nærri enn tú sjálvur kann hugsa tær til. Og hann svarar tær, eins og hann svaraði Dávidi: ”Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða!”

 

Bíða merkir, at tú kanska kemur til at vanta leingi og eftir øllum at døma til onga nyttu.

Men tað er ikki til onga nyttu! Tað er Gud í roynir okkara trúgv, fyri at vit skulu vaksa í náðini og kunnskapi til hansara. Men tá hann roynir okkum, merkist tað ikki sum ein roynsla, men sum um hann avnoktar okkum og gevur okkum upp, og sum um tað er tann einasta rættvísa fylgja av okkara synd og ótrúskapi. Um tað ikki merkist á henda hátt, so bleiv tað eingin virkulig roynsla fyri trúnna.

Í hesi støðu er tað Harrin sjálvur í biður okkum um, at hava álit á hann og vera við gott mót!

Gerð tað, og tú vilt koma til at vera nærri knýttur at Jesusi. Og tá tú minst vantar tað. Opinberar hann seg aftur fyri tær, og hann fyllir títt hjarta við gleði og takksemi.

 

Tí, at í fyrsta versi í sama sálmi stendur tað so lívgandi: ”Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast?” (Sálma 27, 1)

Hetta er ein frímóðið játtan av Dávidi. Hann veit, at Harrin er hansara ljós, frelsa og vernd, og hvat hann annars treingir til. Tí veit hann, at eingin fíggindi kann oyðileggja hann. Um teir so royna seg, so veit hann, at teir oyðileggja seg sjálvan. Hann er í Harrans skjóli! Harrin goymir hann í sínum høli á tí ónda degi, fjalir hann í sínum tjaldi.

 

Alt hetta er umráðandi hjá einum og hvørjum, sum trýr á Jesus. Tú sum hevur Jesus, kann við somu frímóð sum Dávid, vitna um tryggleikan. Tú kann vitna, at tú er í Harrans skjóli líka so væl, sum hann visti tað.

Men  eg føli tað ikki soleiðis, sigur tú kanska. Eg føli meg alt annað enn tryggan; eg eri fullur av angist og ótta fyri framtíðini. Eg havi ikki á nakrar hátt veri soleiðis, at eg veit, um Harrin vilhjálpa mær.

Tá kann tað vera nyttugt at spyrja: Hvussu føldi Dávid tað, tað ferðina hann avlegði hetta frímóðigu játtan?

 

Tá var hann mitt í einum andaligum myrkri. Hann var júst í tí støðu, at hann føldi seg uppgivnan av Gudi, og merkti tað, sum tað einastu rættvísu fylgju av síni synd og ótrúskapi. Tað síggja vit, tá vit lesa víðari í sálminum.

Í hesi tungu støðu lyftir hann eygunum móti Harranum sjálvum og vitnar við frímóð, ikki út frá sínum kenslum, men út frá Harranum sjálvum og hansara trúfesti: ”Harrin er ljós mítt og frelsa mín! Harrin er lívs míns vernd!”

 

Fest tú eisini tíni eygu á Jesus!

 

 Títt frímóð skal ikki vera í tínum kenslum, og tað sum tú sært hjá tær sjálvum. Men í honum, sum hevur tikið burtur tínar syndir og sum í sannleikanum er títt ljós, tín frelsa og tín vernd.