9. jan, 2017

Hvør vil fara

»Hvønn skal eg senda? Hvør vil vera ørindreki okkara?« (Jes 6,8)

Gud ynskir sjálvboðin, at fara ørindi fyri seg. Men vit berast undan ella meina kanska ikki, at vit hóska til slíkt arbeiði. Men eingin er óbrúkiligur, tá Gud fyrst fær eitt menniskja reinsa. Móses og Jeramia umbóru seg eisini, tá Harrin kallaði teir. Tann eini helt ikki, at hann hevði førleika, og hin hann meinti, at hann var ov ungur. Men Jesaia segði: »Her eri eg — send meg!« Viðvíkjandi at finna uppá umberingar, so eru vit mest lík Móses og Jeramia. Tað er ikki av lítillæti, vit royna at umbera okkum, men av óhugi til at bera byrðar og gera nakað gott fyri Gud. Vit hyggja uppá okkara umskylning og at vit eru óegnað, heldur enn, at hyggja uppá Guds makt til at virka gjøgnum okkum.

Uppgávan hjá Jesaja var ikki nem. Hann skuldi bera boð til eitt fólk, sum var hart, og sum herdi seg meira og meira. Men hann helt út meðan fýra kongar ráddu. Ein jødisk frásøgn sigur frá, at hann undir tí ógudiliga Manasse hevði fjalt seg í einu træi, og at tað var saga tvørturav. Hettar er bert ein frásøgn, sum eingin váttan er um, men vit vita, at hann var ein trúfastur Guds tænari, sum hóast fólksins vantrúgv og mótstøðu gjørdi sína profeta tænastu, sum Gud hevði kalla hann til. Á sama hátt mugu vit eisini vera trúgv í tí, sum Gud hevur sett okkum til.