10. jan, 2017

Mín borg

Gud er borg mín. (Sl. 59, 10)

 

Gud er ein sterk borg, ið ongin megnar at vinna á.

 

Og eg eri í borgini.

 

Tjúkkir múrar umringað meg. Og múrurin er hansara kærleiki.

 

Tað er ein herur av fíggindum rundanum borgina. Eg hoyri mangan larmin og hóttanir frá teimum.

 

Men so fari eg beinleiðis í tað innasta kamari í míni borg. Har eri eg tryggur, og har hoyri eg neyvan larmin.

 

Og um so er, at eg tori út um borgina, so liggja mínir fíggindar tilreiðar, at leggja á meg. Men so leingi eg eri goymdur í Gudi, míni sterku, og føstu borg, so kann eingin makt í heiminum náa meg.

 

Í hesi borg vil eg liva í dag og allar dagar. Í tí innasta kamarinum, har við Guds hjarta.

 

Ein borg hann mær er, har eg hvíla meg kann

sum skip í tí tryggastu havn;

mín friður er hansara navn,

hann sjálvur meg tók í sín favn.