25. jan, 2017

Lurta eftir Andanum

Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar. (Ják. 1, 22)

 

 Tað eru tey fáu, sum ikki vita, hvat tey áttu at gjørt. Og tey svíkja seg sjálvan, um so er, at tey látast ikki at vita, hvat, ið rætt er. Jesus gevur eina mynd av slíkum menniskjum, og samanlíknar tey við ein dára, sum byggir hús sítt á sandin, har stormur og regn vil skjótt fáa húsi til at falla.

 

 Hvussu hevur tað gingist við nýggjárslyftunum um at hyggja í Guds orðs spegil, og ikki at troyttast og broyta skeivleikarnar hjá okkum sjálvum? Eru tey blivin virkin? Ella gongst tað eins og teimum síðsta ár, har tey skjótt vóru gloymd og løgd av vegnum? Eingin, ið sær í Guds spegil og fúsur broytir tað, ið broytast skal, blívur sami persónur. Vit fáa at síggja, at vit eiga ikki at vera sjálvsøkin. Tað eru nøkur, sum treingja til eitt smíl og eitt upplyftandi orð. Og sum vilja fáa eina sólstrálu av gleði, so at tey ikki kenna seg aleinaðan og gloymdan.

 

 Hann, sum hevur megi til at frelsa okkum, hevur eisini megi til at geva okkum kraft til, at spreiða ljós og gleði rundan um okkum. Tá hjálpa vit ikki bert øðrum, men eisini okkum sjálvum. Dagarnir og árini blíva annarleiðis, tá Guds ljós fær loyvi til at lýsa gjøgnum okkum. Og vit fáa støðugt meira hug til at hoyra, hvat Gud hevur at siga okkum, og meira kraft til at gera eftir tí, hann sigur.