31. jan, 2017

Harrans eygu hvíla á mær

Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær. (Sl. 32, 8)

Hevur tú tað tungt í dag?

Eru tað viðurskiftir, ið tú óttast ella er bangin fyri? Kennir tú teg aleinaðan, ráðaleysa og hjálparleysan? So gleð teg um, at Harrin hevur fest eygu síni á teg. Hann sær teg – júst nú! Hann kennir tínar trupulleikar og tína neyð. Og hann hevur lovað, at hann vil geva tær ráð og vísa tær, hvar tú skalt ganga.

Hvat er tað ikki undurfult og stórt, at vit kunnu trúgva og hvíla í hesum lyfti. Tað gevur ein frálíkan tryggleika. Gud sær tað, sum vit ikki kunnu síggja. Hann sær ein og hvønn vanda, sum hóttir við at føra okkum út í trupulleika og vandar. Og so er hann tilstaðar har, fyri at halda sína hond yvir okkum, og verja okkum móti tí ónda. Mangan hevur tað vist veri bert eitt fet millum okkum og deyðan – uttan at vit vistu av tí. Men Harrin sá tað, og var okkara verja í vanda løtuni. Harrin var okkum nær.

Og hann er okkum nær nú. Tí er tað eingin grund til at verða í ringum lag og stúrin. Hann hevur fest síni eygu á okkum, og vil vera okkara hjálp í øllum viðurskiftum. Tað er tann stóri fyrimunur, sum vit hava sum Guds børn. Vit eru á ongum sinnið aleinaði, á ongum sinni latin aleina. Hann fylgir okkum allan vegin við sínum eygum, og er verj fyri okkum.

Harrin er lívs míns vernd. (Sl. 27, 1) Tað hevur tann týdning, at hann ikki bert byggir eina vernd um meg, men hann er sjálvur verjan. Tað ger meg róligan og tryggan! Hann, ið vil fella meg, hann skal fyrst fella hann. So leingi eg fjali meg aftanfyri mína føstu vernd, eri eg tryggur. Harrans eygu hvíla á mær!

Lat okkum líta á Guds leiðslu, tá hann vegleiðir okkum og vísir okkum á, hvar vit skulu ganga. Guds vegur er altíð góður! Vit kunnu fylgja hansara ljósi, við tryggleika fet fyri fet – dag eftir dag.