2. feb, 2017

Á vegamóti

Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. (Matt. 6, 24)

Menniskju vilja ikki liva sítt lív í óvissu her í heiminum, og heilt uttan Gud. Men tað, at geva honum maktina og leiðsluna í sínum lívið ynskir heldur eingin. Tað er nakað, ið kallast “tann gylta miðrás”. Og tað tykist sum um, at menniskju í samband við teirra frelsu dáma betur hesa tillaging. Úrsliti blívur, at man roynir at tæna tveimum harrum. Man vil tæna sær sjálvum og gera brúk av øllum tí, ið hesin heimurin hevur at bjóða uppá. Og á hini síðuni ynskir man, at tryggja seg og at hava eitt hvørt at taka til, so at tað ikki verður heilt galið til seinast. Men eg vil gjarna “bæði – og”.

Men Jesus sigur, at tað kann ikki lata seg gera. Tað er “antin – ella!” Hann sigur eisini: “Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur.” (Matt. 12, 30) Umráði millum tveir stríðandi partar – “onga manna landi” kann eingin liva í. Vit mugu verða til tað einu síðuna!

Sjálvt um tað hevur pínu við sær, so mugu vit virða tey menniskju, sum hava tikið eina greiða frástøðu frá Gudi, og harvið játta, hvar tey standa. Tá vit vit, hvat er. Og vit gleða okkum yvir tey menniskju, sum heilt og fult stilla seg við síðuna á Gudi. Tað vit vit eisini, hvat er. Men tann, sum stendur mitt ímillum, er hvørki tað eina ella annað! Tey standa í eini løgnari, óavgreiddari støðu. Um tað sigur Jesus: “Tú ert hvørki kaldur ella heitur! Gævi, tú vart kaldur ella heitur! Tí, av tí at tú ert flógvur, og ert hvørki heitur ella kaldur, skal eg spýggja teg út úr munni mínum.” (Op. 3, 15 – 16)

Í dag stendur tú á einum vegamóti. Og tú blívur noydd(ur) til at velja síðu.