17. feb, 2017

Óttast ikki

Óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Guð tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg. (Jes. 41, 10)

Lat Gud sjálvan tala til tín í dag!

Mítt óttafulla barn, hvat ert tú bangin fyri?

Gloymir tú, at eg eri Gud tín. Tað er tað, ið gerð teg bangnan, at tú hyggur so nógv rundanum teg, at tú blívur so tvíbýtir og ørkymlaður í tínum innara menniskja. Tað kann enntá kennast fjáltur á tær, men óttast ikki, eg eri við tær. Tað, sum er trupult fyri teg, tað skal eg hjálp tær við. Og tá tú blívur troyttur, tá skal eg styrkja teg. Og tá tú heldur, at tú ert við at hoykna, tá skal eg halda tær uppi við míni høgru hond. Tín ótti kemur av, at tú gloymir, at eg eri her tætt við tína síðu, og at eg eri almáttugur, og samtíðis elski eg teg. Eg eri Gud tín, óttast ikki meira, hav álit á mær og ver tryggur.