18. feb, 2017

Fullkomin frelsa í Jesusi

Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum (Kristusi) koma til Guðs. (Heb. 7, 25)

Er ikki tann fullkomna frelsan nakað, sum bert nøkur einkult menniskju kunnu uppliva? Og er ikki vegurin til fullkomna frelsu ein serstøk uppliving, við einum serligum dópi?

Nei! Tí soleiðis sigur orði.

Tann, sum kemur til Guds við Kristusi!

Altso vegurin er, at koma! Einkult, erligt, góðtrúgvin, við síni synd, fátækt og neyð.

Og so svarar hann við, fullkomnari frelsu!

Er Evangelii ikki undurfult! Tann, sum kemur til Guds við Kristusi, hann kann røkka alt. Hann er fullkomiliga reinur og heilagur í Jesusi. Hann hevur atgongd til kraftar og vælsignilsis kelduna. Hann hevur Andans sáttmála og trygd fyri, at hann skal vinna tann æviga sigur. Hann fær alt, alt bert við, at koma!

Tín sál hevur allar grundir fyri at jubla. Sig ikki, at tú ert fátækur. Alt er jú títt. Tú er tað ríkasta menniskja í heiminum, tí tú eigur í Kristusi eina fullkomna frelsu.