19. feb, 2017

Uttan Jesus

Tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. (Jóhs. 15, 5)

Tað er bert møguligt at uppnáa eitt ríkt, samsvarandi og meiningsfylt lív, um so er, at man livir í trúnni á Jesus Kristus. Uttan hann er alt tómt, dapurt og vónleyst. Einki kann setast í staðin fyri Jesus í lívið okkara.

Hóast tað eru tað mong sum halda uppá, at tey ikki hava brúk fyri honum: “Eg eri dugnaligur, havi eitt gott heim, eitt gott arbeiði. Eg havi góðar vinir, gott frítíðarítriv, sum eg eri glaður fyri, og sum nøktar mín tørv... Hvat skal eg brúka Gud til? Eg sakni hann ikki!”

Tað ljóðar alt heilt skilagott, men er hóast alt ikki satt. Tí manglar Kristus í einum menniskjalívið, so er tað eitt stórt tómrúm, ið má fyllast út. Har Kristus manglar, má eitt menniskja vera fyri uttan tað mest týdningarmikla: eina ætlan fyri sítt lív! So er man eins og eitt skip uttan róður og akker á einum brúsandi havi. So miseydnast lívið og vit misfarast.

Gud vildi kortini nakað annað við okkum. Tí hevur hann gjørt eina undurfulla ætlan, sum er skapa og givin sum ogn til hvørt einstakt menniskja. Bert við at finna – og fylgja – hesi ætlan kunnu vit finna meiningina við lívi okkara. Og tá fyrst kunnu vit liva eitt samfeld og ríkt menniskja lív!

Lat okkum ikki ímynda okkum sjálvum og øðrum, at tað er ein annar vegur – sum er eins góður. Hann finst ikki! Jesus hevur rætt, tá hann sigur: - “Tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.” Rætt og slætt einki!

Nú rættir hann sínar armar út móti tær og sigur í kærleika. Kom til mín. Eg elski teg. Eg vil eiga teg. Eg vil, at tú skalt liva mæt í nánd. Eg ynski at vísa tær, hvar vegurin er, so tú ikki nýtist at fara skeivur í lívinum, og at enda glatast. Eg vil geva tær styrki til, at ganga á mínum vegi. Og um tú snávar og dettur, so vil eg reista teg uppaftur, og hjálpa tær í gongd aftur. Eg vil framhaldandi verða við tær! Blív í mínum kærleika!