20. feb, 2017

Kallar í náði

Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar. (Matt. 9, 13)

So er hann tískil komin fyri at kalla teg!

Kanst tú ivast um tað, at hann vil hava nakað við teg at gera. Endamálið við at koma her niður á jørðina, var at kalla syndarar. Hann elskaði teir so nógv, - og hann longdist so hjartaliga eftir at blíva til frelsu fyri teir.

Hann læt teir rættvísu fara. Tað var hann noyddur til, tí teir trongdu ikki til hansara frelsu. Gamaní, men teir vóru í veruleikanum langt frá rættvísir, men teir hildu, at teir vóru tað. Teir vóru sjálvhjálpnir, sjálvrættvísir, bundnir av teirra gudsótta og teirra gudsdyrkan, og teir vildi ikki hoyra eitt orð um, at teir vóru syndarar, og at teir trongdu til frelsu av náði.

Men tann undirgivni, fátæki syndarin, - hann sum onga umbering hevði, - og sum hevði trega av síni synd og skammaði seg yvir hana, - hann fór í sínum hjálparloysi til Jesus. Og hann bleiv á ongum sinnið koyrdur burtur.

Kom tí! Hann er enn hin sami enn í dag. Frelsa fyri syndarar!