14. mar, 2017

Eingin fordøming

So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. (Rom. 8, 1)

Ein undurfullur boðskapur fyri eitt menniskja, sum kennir seg dømdan av síni egnu samvitsku og av øðrum menniskjum. Í Kristusi er tað eingin fordøming! Hann tók dóm okkara á seg, tá hann lat seg døma í okkara sæð. Tí eru vit frítikin, og fáa loyvi til at standa í hansara reinleika rættvísi yvirfyri Gudi. Jesus skiftið pláss við okkum. Bíblian sigur: “Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum.” (2. Kor. 5, 21)

Øll menniskju eru sek yvirfyri Gudi. Syndin ákærir og dømir okkum. Tað kendi Martin Luther á sær, og tí mátti hann dagliga lesa Rom. 8, 1 fyri seg sjálvan:  So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.”

Loysnin er tí, at vit mugu verða í Kristusi, og harvið fríkend. Í Rom. 3, 26, stendur tað, at Gud rættvísgerð tann, sum hevur trúgv á Jesus. Við trúgv fáa vit fyrigeving fyri okkara syndir. Og vit verða rættvísgjørd fyri einki, av hansara náði. Syndafyrigevingin verður viðurkend, grunda á, at hann fríkennir okkum frá synda skuldini og revsing. So eru vit ikki meira undir dómi, men undir náði.

Syndafyrigevingin hvílir á Guds trúfesti og rættvísi. Tá Gud sær, at tú við tíni synd fjalir teg í Kristusi – so sær hann, at tað er goldið fyri alla tína synd. Hann sær teg gjøgnum Kristus,  og so ert tú reinur og rættvísur. Tú, sum í tær sjálvum ert óverdigur, ert nú verdigur fyri Himmalin – í Kristusi!

Tað kann gott vera, at okkara skyn stendur stilt. Vit kunnu ikki fata, at tað er møguligt. Men tað ger heldur einki. Aðalmáli er, at tað er satt – og at vit trúgva tí!

Hvør vil fordøma meg? Jesusar blóð streymar floyma yvir meg. Gud dømir øll ríkir sjálvur og sigur: Hesin hann er fríur. Hann er tváaður  Jesu blóði! Sátans, synd og deyði má flíggj, hvør vil fordøma meg?”