15. mar, 2017

Fyrigeving

Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. (Jes. 53, 5)

Bíbilsk kristniboðan kann á ongum sinnið fara rundan um Jesus Kristus, sum í okkara stað tók líðingar og deyða á Golgata krossi. Boðanin um Guds kærleika, má altíð verða um tann kærleika, sum sigraði við Jesu blóði. Og boðanin um frelsuvegin má altíð verða leiddur um Golgata. Tað er tað, ið orði vit byrjaðu við handlar um.

Orðini vit byrjaðu við, eru gjøgnum tíðirnar blivin til frelsu fyri mong menniskju. Mong hava fingið frelsu vissuna og hvílu  gjøgnum hesi orð, sum kennast eins og ein lekjandi salva á einum vekjandi sári. Tað sigur okkum, at Jesus bleiv straffaður, ja, knústur vegna okkum, fyri at vit kundu verða frí. Hann tók alla okkara synd á seg, og gekk líðingar og tann pínufulla veg til krossin, har hann til endans hevur goldið við lívi sínum.

Jesus gjørdi tað av egnum vilja. Men hann visti, um hann ikki lat seg døma, so blivu vit dømd. Tí segði hann í Getsemanegarði: “Tak meg, og lat hasar fara!” Tí tagdi Jesus, og tók ímóti øllum teimum følsku ákærunum. Tí góðtók hann dómin, ið bleiv sagdur yvir hann. Tú bleiv hann á krossinum – eisini tá hann bleiv freistaður at stíga niður av krossinum, og tá hann var einsamallur, uttan sín Himmalska Faðir! Jesus visti, at gav hann upp, so vildi tað ikki verði tann ringast vón einum tí einasta menniskja. Tí helt hann út!

So nú noyðist einki menniskja, at vera burturgloymt av Guds náði og miskunnsemi! Gud sjálvur bjóðar okkum til at hoyra krossin evangelium um frelsu við Jesusar blóð. Nú kann ein og hvør, ið ynskir at fáa frið við Gud, í veruleikanum móttaka friðin, tí: “Okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.”