16. mar, 2017

Blóðsins tekin

Blóðið skal vera tykkum tekin á teimum húsum, sum tit eru í, og tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum... (2. Mós. 12, 13)

Í langar tíð høvdi ísraelsfólk veri trælir í Egyptalandi. Tað hevði veri ein tíð, við mongum royndum og eymking, pínu og tárum. Nú skuldi tann tunga tíðin skjótt vera yvirstaðin. Harrin hevði avgjørt, at føra sítt fólk út úr Egyptalandi.

Men Farao vildi ikki at tey skuldu fara. So handlaði Gud, og sendi tað einu plágu eftir aðra inn yvir Egyptaland. Tann tíggjunda  plágan var, at øll tey fyrst føddu í landinum skuldu doyggja, eina ásetta nátt. Við ísraelsfólk hevði Harrin sagt, at tey skuldu slakta eitt lamb, og strúka blóði á durakarmarnar og á yvirliggjaran í húsi teirra, so vildi deyðin ikki vitja teirra fyrst fødda. “Og tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum!” hevur Harrin sagt.

Mangar av teimum ísraelsku familjuni hava uttan iva siti uppi tað náttina við svárari angist, “hugsa tær til, um nú deyðseingilin hóast alt kom framvið!” Men tey vóru trygg! Antin var tað fagnaður, ella skulvu tey – var tað blóði, ið frelsti tey. Dómur, oyðing og deyði kom ikki inn gjøgnum dyrnar, har blóðsins merki kundi síggjast.

Í menniskja eygum var tað bert ein symbolsk handling. Men tey høvdu gjørt, sum Gud hevði álagt teimum, og tey høvdu handla í lýdni og trúgv, og tað frelsti tey frá deyðanum.

Frelst gjøgnum blóði! Tað er ein sannleiki til allar tíðir. Í dag venda vit eyguni móti tí blóði, sum rann frá Jesusi Kristi á krossinum, fyri okkara skuld. Vit trúgva á krossins loyndardóm. Við trúgv ognast vit Jesusar sáttargerð og lata blóð hansara verða bót fyri allar okkara syndir. Tá Gud sær blóðsins tekin á okkum, vil hann fríkenna okkum og lata okkum liva. Vit, sum hava uppiborið deyða og revsing, skulu verða fríkend grunda á blóði.