18. mar, 2017

Vanæruligt

Men nú vildi so til, at ein prestur kom ferðandi sama vegin; hann sá hann, men gekk fram um hann. (Luk. 10, 31)

“Vanæruligt”, vildu vit sagt, tá vit lesa tað. Ein prestur! Man kundi hugsa sær nakað betur.

Tað er tíverri soleiðis alt ov ofta, -  ikki bert við prestum, men fyri ein og hvønn kristnan.

“Tað kom ein kristin, men gekk fram um hann.

Vit møta mongum á vegi okkara, sum eru illa hagreidd av illgerðamonnum, - menniskju, sum treingja til hjálp. Stundum hava vit slíka ferð, og hava slíkan skund, at vit yvirhøvur ikki síggja tey. Og mangan síggja vit tey, og ganga ísakøld víðari.

Vit kunnu vist skjótt bryggja okkum eina umbering, men hon er einkisigandi. Grundin er týðilig nokk, vit tróta kærleika.

Í dag skalt tú ganga eitt nýtt stykki av tínum lívs landavegi. Ert tú tilreiðar, at hyggja rundanum teg? Og at steðga á, og hjálpa? Tú kanst vera vísu í, at tú møtir einum í dag.

Skal tað so eita: “Tað kom ein kristin, men gekk fram um hann.

Kom í huga mín, tá eg sá myndina!