21. mar, 2017

Á gøtuni í Jerúsalem

Tá gav hann hann upp til teirra, at hann skuldi verða krossfestur. Teir tóku nú Jesus; og hann bar sjálvur kross sín. (Jóhs. 19, 16 – 17)

Ein skarið av menniskju fer ígjøgnum gøturnar. Øll geva gætur eftir manninum við teimum sváru pínum, sum fer sløðrandi mitt í mannamúgvuni. Høvd hansara bløðir, tí tað er prýtt við eini tornakrúnu. Á ryggi hansara hvílur ein krossur. Við síðu hansara ganga hermenn, og rundan um hann flokkast tey háðandi og spottandi menniskja mongd. Tað er páskir í Jerúsalem...

Hvør er hesin maðurin? Ein vandamikil  brotsmaður? Nei. Hann hevur bert gjørt gott móti øllum. Hann hevur á ongum sinnið gjørt eitt lógarbrot ella synda. Hann vil doyggja fyri syndina hjá øðrum. Hann vil frelsa tey menniskju, sum bara pína hann. Av kærleika til teirra fer hann í deyðan.

Tá Jesus í Getsemane hevði hugsa um tað, ið bíðaði honum, bleiv hann gripin av sorg og stúran. Og hann bað: “Faðir mín, um tað ikki er gjørligt, at henda skál kann ganga um meg, uttan at eg skal drekka hana, tá verði vilji tín!” (Matt. 26, 42) – Nei, hann kundi ikki fara uttanum krossin, tí hann vildi ikki svíkja okkum. Sjálvboðin tók hann forbannilsis krossin frá okkum, og gjørdi hann til sín!

Hann gjørdi tað til sáttargerðar kross! Tí mátti hann sjálvur bera krossin, og aleinaður doyggja krossdeyðan. Sum okkara varðfólk bleiv hann dømdur sekur og tók okkara revsing. Hann lat seg negla til krossin og frelsti harvið okkum frá banning. Men tað vóru ikki naglarnir, ið hildu Jesusi fast á krossinum. Tað var hansara kærleiki til okkara!

Hann gjørdi alt hetta, fyri at vit skuldu umgangast dóm syndarinnar, og pínu glatanina, og á ongum sinni verða uttan Gud.