25. mar, 2017

Tað er fullgjørt

»Tað er fullgjørt!« (Jóhs. 19, 30)

Hesi orð frá Jesusar munni, hava altíð hugtikið meg, tá var mín frelsa vunnin mær. Tí tá Jesus av krossinum úttalaði hesi orðini: »Tað er fullgjørt!« tá hevði hann fullført frelsuverkið, sum hann var komin at gera. Hann uppfylti við sínum ofri Guds fullkomnu lóg og øll hansara heilagu krøv.

Jesus hevur gingið líðingar vegin at enda. Synda bikari er tømt, sáttargerðin er fullgjørd: “Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.” (Jes. 53, 5)

Í tí løtu, tá Jesus doyði fyri okkum, tá skrædnaði forhangi í templinum frá ovast og niður. Tað hendi sum tekin um, at vegurin fyri okkum inn í tað allarheilagasta – inn í Guds Himmal er opin aftur! Jesus hevur gjørt alt tað, sum vit ikki vóru før fyri. Hann hevur útvega okkum frelsuna. Og vit skulu ikki – kunnu ikki leggja nakað afturat. Tað, sum Jesus hevur gjørt, er nokk! Tann syndarin, ið vil frambera nakað fyri at blíva frelstur, vanvirða Guds  gávu. Hann avnoktar, at tað er ivaleyst, sum Kristus hevur gjørt, og harvið setur seg sjálvan aftur undir lógina. Hóast tað, so ynskja vit altíð, at gera okkurt sjálv. Nakað av tí truplasta fyri okkum er, at trúgva og viðurkenna, at arbeiði er gjørt, og at okkara uppgáva er at siga takk, og at taka ímóti tí fullgjørda verki, sum er útrætt til okkum frá Gulgata.

Jesus frelsir tann burturfarna og óverduga av náði, og gerð hann til Himmal borgara. Boyggj knø fyri Jesusi við Golgata.