28. mar, 2017

At fylgjast við Gudi

Og eftir at Enok hevði livað við Guði, hvarv hann, av tí at Guð tók hann burtur. (1. Mós. 2, 24)

Um tú skalt við til himmals, tá Jesus kemur aftur, at taka síni heim, hvat vil so grundgevingin verða fyri, at júst tú sleppur við?

Tú kemur ikki við, tí tú hevur tað uppiborið. Um tað var grundin, so vildi eingin komi við! Tað er ikki á tann hátt, at Gud hevur eitt andaligt termometur, har hann bert bíðar eftir, at tú skalt fara uppum eitt lágmark av trúgv og góðum gerðum, fyri at hann kann verða nøgdur við teg.

Hví tók Gud Enok heim til sín? Tí hann fylgdist við Gudi. Tað hevur tann týdning, at okkara lív og orð og gerðir eru óviðkomandi, men tað er ikki grundarlag fyri okkara lív saman við Gudi.

At vera kristin er at semjast við Kristus. Hann býr við trúnni í tínum hjarta. Hann er við tær allar dagar, bæði í iva og trúgv – bæði tá tað eydnast, og tá alt miseydnast. “-eru vit ótrúgvir, verður hann tó trúgvur-“ 2. Tim. 2, 13) Hann er hjá teimum, sum hava brúk fyri honum og teimum, sum leita sær skjól hjá honum. Hann verður verandi har, hann er ynsktir. Hann er har allar dagar, eisini tín síðsta dag – um so er, at man kann tala um ein síðsta dag, tá lívið við Gudi er ævigt!

Gud kann ikki vísa teg frá sær, tá Jesus býr í tær, tí Gud kann ikki vísa Jesus frá sær! Eg eri tryggur hjá Jesusi. “UM vit eru deyð ella livandi, so er hann tann sami.(Rom. 14, 8)

Loyndardómurin er tí, “at fylgjast við Gudi”. Á sama hátt var tað við Asaf, sum sigur: “ Men eg eri jú altíð hjá tær, tú hevur tikið í mína høgru hond! Tú meg leiðir við tínum ráðum og tekur meg síðan til dýrdar!” (Sl. 73, 23 – 24)

Umtalan av Enok í Bíbliuni er ikki nógv, bert fíra ørindi, tá hugsa verður um, tað stóru eydnu, sum honum var fyri. Ikki so, at fata, at tann, ið fylgist við Gudi, bert hevur eydnuna við sær. Nei, hansar eydna er at Almátts Gud er við allar dagar, eisini teir óndu og truplu. Og eydna tín er, at tað finst ein útvegur, tá tú er í fylgi við Gudi. At Gud tekur teg til sín!