9. apr, 2017

Pálmasunnudagur

Hosianna, Dávids sonur! (Matt. 21, 9)

Tað er nakað ósatt yvir pálmasunnudegi. Fagnaðurin til Jesus var í tí løtuni óivað meintur av hjarta, men tað var bert dámurin, og sum skjótt vildi verða yvirstaðin, inntil áskoðanin, ið fólkið hevði, skuldi gera vart  við seg, og fólkið rópti : “Krossfest!”

Tað var ikki skeivt av fólkinum, at tey fagnaðu Jesusi. Hann hevði uppiborið fagna. Men tað skeiva var, at tey ikki løgdu hjarta í tað. Tey rópt Hosianna. Hosianna hevur tann týdning. Harri frels! Tað er tann angrandi og sundurbrotni, sum rópar um náði og bjarging. Tann dámur, sum manglaði pálmasunnudag, var tann, sum skuldi vera, at bøta aftur tað, sum fari var, og til umvendilsi. Tann dámur, ið manglar bata, er vandamikil. Tann dámur er eins og bylgjan, hon fylgir við vindinum. Og ættirnar tær skifta so mangan.

Og hóast tað, so róptu tey Hosianna! Men orði var blivið einkisigandi, og hevði mist tann vakra dámin. Tað hevði ongan týdning á varrum teirra.

Í  dag eru tað vit, ið hátíðarhalda pálmasunnudag. Vit eru á veg inni í páskavikuna, men vit mugu gera tað við tí rætta dáminum. Vit rópa óivað eisini okkara Hosianna! Men er tað innihaldsleyst – ella er tað eftir sonnum bót og bata?