20. apr, 2017

Tí besti vinur

...men tykkum havi eg kallað vinir... (Jóhs. 15, 15)

Jesus er tín besti vinur. Sjálvt eitt Guds barn, kann av og á merkja á sær, at tað er bangin fyri, at viðurskiftini kanska ikki eru í lagi, og at Jesus ikki hevur áhuga í honum longur, og at Jesus á ein ella annan hátt hevur eitt hvørt ímóti honum, - og tað, at Jesus ikki meira er vinur hansara.

Men Gud veri lov og tøkk! Soleiðis er tað ikki. Jesus er vinur tín, - tín allarbesti vinur. Á ongum sinnið ferð hann frá tær, og hann svíkir teg ikki. Til eina og hvørja tíð er hann hjá tær. Í øllum umstøðum vil og kann hann hjálpa tær. Hann skilir teg. Og fram um alt: Hann elskar teg!

Tú skalt hava álit á vini tínum. Alt, ið liggur tær á hjarta, skalt tú siga honum. Einki eigur tú at bera aleinaður. Vinur tín vil bera alt saman við tær. Verð tí nógv saman við honum. Um tú ikki støðugt tosar við hann, so verð saman við honum á annan hátt. Góðir vinir kunnu halda saman longi, - uttan at tað verður sagt eitt orð, - og hóast tað, so kann samveran verða sera góð, hóast orð.

So ert tú hóast alt ikki aleinaður. Beint við síðuna á tær gongur tín besti vinur.