21. apr, 2017

Hann, ið reisir hin arma

Hvør er sum Harrin, vár Guð, hann, ið situr so høgt, hann, ið sær so djúpt á himni og á jørð? Hann, ið reisir hin arma úr moldum upp og hin vesæla lyftir úr skarni. (Sl. 113, 5 – 7)

Gud tú, sum situr so høgt. Høgt yvir himli í einum ljósi, sum ikki er atkomuligt fyri nakran.

Og tó, so er hann ikki langt burtur, eygu hansara eru vend móti jørðini. Hann situr høgt, men hann sær niður í tað djúpa.

Eitthvørt lítið menniskja í tí mest fjalda króki, á tí einsliga plássi, í tí djúpastu neyð, er tó ikki goymt fyri eygum hansara.

Hann sær so djúpt, djúpt inn í hjarta, enn nakað menniskja kann, hann sær tey loyniligu tráan, tað fjalda svik, tín fjalda beiskleika. Gud sær tað alt.

Hann sær alt, tann djúpa longsul, tað kúgaða suff, tað stillu bønina, tann fjalda vandan og og tí bjargin, sum er í væntu. Hann sær tað. Hann sum situr høgt, og sær so djúpt, hann, sum skallyftir  hin vesæla úr skarni.