24. apr, 2017

Fyrsti kærleikin

Men tað havi eg móti tær, at tú hevur givið upp tín fyrra kærleika. (Op. 2, 4)

Í hesum ørindi síggja vit fyri tað fyrsta, at Kristus spyr eftir okkara kærleika. Hann sóknast ikki bert eftir tænarum, sum gera eftir boðum hansara, men vinum, sum elska hann.

Harnæst mugu vil leggja merki til, at eitt menniskja í tí ytra kann stíga fram og skæra framúr sum ein kristin, og sum á allan hátt livir trúnna út, men hóast tað, so manglar hann tað, sum er øll sonn kristnitrúgv og veruliga lív og miðdepil.

Tað er ein álvarsom støða, sum sjálvt mong, ið lesa hetta, kanska standa í. Eins og hendan samkoman í Efesus, sum orðini eru til, sum vit byrjaðu við, so hava tey nevniliga øll eykenni, sum hoyra til eitt lív í Kristusi, bert eitt undantikið at tú hevur givið upp tín fyrra kærleika.

Eitt tílíkt menniskja kann hava lisið nógv og er upplýst í Kristi, hann kemur trúliga í tær kristnu samkomurnar, og er veruliga í síni tíð blivin umvendur til eitt nýtt lív saman við Kristusi. Hann livir gudsóttandi og rætt, trúfastur í tænastuni og út haldandi fyri Kristusar navns skuld – sjálvt um tað eisini kostar honum mótgang og kanska enntá forfylging. Ja, hann hevur enntá eitt slíkt andaligt innlit, at hann er førur fyri at skilja ímillum rættar og skeiva boðanir av orðinum, og hevur tikið frástøðu frá allari ranglæru.

Men hóast tað, so ljóðar tað frá Jesusi: “Men tað havi eg móti tær, at tú hevur givið upp tín fyrra kærleika.” Ein ólukkulig og hættislig støða at koma í, um so er, at hetta galt teg!

Her er tað tó nakað sum er umráðandi, at vit leggja merki til munin millum tann fyrsta kærleika og tað fyrstu kensluna. Tá vit lesa í Luk. 15., um tann sonin, sum fór heimanífrá, so síggja vit, at tá hann kemur heimaftur, tá verður møttur við faðirsins kærleika, so at hann eisini byrjaðar at elska. Hetta er tann fyrsti kærleikin. Hartil blívur tað eisini hildin ein rimmar veitsla fyri soninum, sum var komin heim aftur, har gøðingarkálvinum bleiv slaktaður og bleiv etin í veitsluni og hartil dansa, hetta er tann fyrsta kenslan, sum mong trúgvandi kennast við.

Tann fyrsta tíðin saman við Gudi er sum ein gleðis veitsla, men á hendan hátt er tað ikki í dagligdegnum. Eisini tann heimkomni sonurin mátti ígongd við tí dagliga arbeiðinum í heiminum og teimum vanligu máltíðunum, sum borðreitt verður við. Tí er tað av størsta týdningi, at skilja ímillum kenslur og kærleika.

Tann fyrsti kærleikin er júst tann, sum kyknar í møtinum við Guds kærleika og fyrigeving. Tað menniskja, sum fær sínar stóru syndir fyrigivnar, fær at uppliva, at hann ikki kann vera Jesus fyri uttan – tí bæði fyrigevingin og kærleiki er blivin alt fyri hann. Syndir hansara eru blivnar ógvuliga stórar – men Jesu náði er nógvar ferðir størri!

At svíkja tann fyrsta kærleikan, hevur tí tann týdning, at alt títt egna – tín gudsótti, álvarsemi, tænasta, líðingar og vitska, tín væleydnaði kristindómur! – er blivin størri fyri teg enn Jesusar gerðir fyri tína skuld.