9. maj, 2017

Kvirran

Við at venda við og vera kvirr skulu tit verða frelst; í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera. (Jesaja 30, 15)

 

  Hetta er tann ræðandi sannleikin, at mong menniskju eru fullkomiliga líkasæl við Kristus, og alt tað hann hevur vunnið til teirra. Hesi menniskju vilja av røttum møta Guds dómi!

  Men tað eru eisini menniskju, sum hava møtt Guds lóg og eru blivin sannførdur um teirra synd og skuld. Tey ynskja at venda aftur til Gud, men tey tora ikki at royna, tí tey eru so ófullkomin. Hetta versið er serliga til tín, sum hevur tað á henda hátt!

  Tað er ikki at undrast á, at lógin og tín samvitska í felag døma teg sekan, tí synd hevur tú sanniliga nokk av. Tú ert ikki í standi til at liva, sum tú eigur, tú kanst ikki angra, biðja, elska ella stríðast, sum tú eigur. Í staðin viðurkennir tú, at tað manglar alt hettar, sum lógin krevur – og tað, sum hon forbjóðar, hevur tú í yvirflóð av! Jú, tú ert sanniliga sekur.

 

Men hoyr nú, hvat evangeliið hevur at siga tær: Øll tín skuld bleiv borðin av Kristusi, ”tí hann, keypti okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum”.(Gal. 3, 13) Er hettar ikki nokk? Tí fordømir Gud Faðirin teg heldur ikki, tí hann er fult út foreintur við Jesusar verk. Sonurin fordømir teg heldur ikki, men bjóðar tær harafturímóti at finna hvílu hjá sær:  ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” (Matt. 11, 28)  Og Andin fordømir teg heldur ikki, tí hansara opinbering er júst at leiða teg til sonin.

 

  Ein og hvør forðan um at venda tær til Gud, skyldast tí tíni vantrúgv – djevulsins freisting og títt egna hjartað, sum helst vil halda seg burtur frá Gudi. Tað er henda vantrúgv, sum vil sannføra teg um, at Gud vil avvísa teg, tí tú ert so ófullkomin. Men tað er ikki sannleikin! Bið Gud um at geva tær trúgv, og bið áhaldandi, inntil hann gevur tær vissuna um, at Kristi gerningur fyri teg er nokk til tína frelsu! Tí tað er kristin trúgv – frelsandi trúgv: At tú ikki bert hevur hoyrt um Jesus Kristus, og kennir søguna um, hvat hann hevur gjørt; men at tað í veruleikanum er títt hjartans einasta troyst og vón.

  Nøkur kristin hava slíka trúgv, men leingjast eftir teimum góðu lívsjáttandi kenslum, sum tey høvdu, tá tey vóru nýggj í trúnni. Til hetta má tað sigast, at Skriftin ikki talar um at hava tær røttu kenslurnar, men bert talar um at trúgva á Guds orð, trúgva á Jesus Kristus – sjálvt tá tú saknar kenslurnar, kanska eina mest tá.

 

  Fyri at liva av hesi kraft í orðinum, er tað altavgerandi, at vit taka hesi orð til okkum, sum siga, at vit skulu halda okkum kvirr fyri at finna frelsuna. Vit eiga ikki støðugt at reika runt og sóknast at gera bæði tað eina og annað; nei, vit eiga at finna kvirruna fyri at festa eyguni á tann krossfesta, so evangeliið kann treingja inn í okkum fyri at fløva okkara kalda hjarta. Tí trúgvin kemur av tí, sum hoyrist!