13. maj, 2017

Hin burturfarni sonurin

Ein maður átti tveir synir. Og hin yngri teirra segði við faðirin: Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast. Ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum? (Luk. 15, 11 – 24)

 

Líknilsi í Lukas 15, um teir tveir brøðurnar er væl kent. Her vilja vit støðga á við tær tvær bønirnar tann yngri sonurin hevði til faðir sín, tá hann gekk í seg sjálvan.

 

Fyrstu fer segði hann: “Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast.” Tað var eitt krav. Vit kunnu hugsa okkum til støðuna. Hann stendur har við hondini frammi, tilreiðar til, at taka ímóti tí, sum hann meinti tilhoyrdi honum, og sum hann hevði krav til.

 

Tað er tíanverri tann hugburður, sum er so vanligur bæði hjá ungum eins og eldri. Ja, tað liggur í okkum øllum somlum, vit eru fødd við tí. 

 

Gev mær, gev mær, gev mær-. Vit møta upp við krøvum hjá okkara foreldrum, til samfelagi – og til Gud. Øll hava eitt ella annað at krevja. Og tá ein ikki fær tað, so sum hann vil, so blívur hann misnøgdur og gevur ábreiðslu til alt og øll.

Hesin hugburður til lívið førir tann unga drongin út í óføri. Pengarnir vóru skjótt brúktir upp. Og tá hann ongar pengar hevði longur, tá vóru heldur eingir vinir eftir meira. Aleinaður gekk hann har og fóðraði svín, tað var ikki meira enn, hann átti mat í munnin.

 

Tá byrjaði hann at fata, at hansara framferð hevði veri skeiv, og skammilig. Hann sá í huga sínum faðirsins sorgtunga andlit. Tað var ein dagur við sorg, tann dagin tann yngri sonur hansara tók pengar sínar, og fór sín veg.

Men so myndalist ein onnur bøn inni í høvdi hansara. Nú vil eg reisast, og fara til gongu heim til faðirin, og siga við hann: “Faðir, lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum?”

 

Tað er ein himmal víður munur á, “gev mær” og “lat meg sleppa at vera”. Tann fyrsta bønin er ongin bøn, tað er bert eitt krav frá einum, ið er stórur í sær sjálvum, og sum meinar at ein og hvør má taka atlit til hansara. Hitt er ein ásannan frá einum, sum er blivin eyðmýktur, og sum nú fatar, at hann er einki verdur. Um eg bert kundi verði ein bønarmaður heima hjá faðirinum. Nú setur hann ikki nøkur krøv meira. Hann hevur bert eina stilla vón í sínum hjarta um, at faðirin vil várkunna honum.

 

Ein og hvør kristin kennir til hesi tvey ynskir. Hann kenir tey av egnum royndum. Hann kom ein dag til Gud, og var farin fallitt í lívinum, og í øllum tí, ið hann trúði hann var. Nú segði hann ikki “gev mær” longur. Nú var tað nokk, um hann bert var ein bønarmaður.

Og hugsa tær til, hann fekk nógv meira enn hann á nøkrum sinnið hevði vóna.

Hann bleiv tikin til náði – hann bleiv sonur í húsinum.