14. maj, 2017

Hin heimagangandi sonurin

Men hann svaraði, og segði við faðir sín: Sí, í so mong ár havi eg nú tænt tær, og havi aldri gjørt ímóti boðum tínum; og mær hevur tú aldri givið so frægt sum eitt smálamb, so at eg kundi fáa mær ein stuttleika saman við vinum mínum! Men tá ið hasin sonur tín er heim aftur komin, sum hevur oytt burtur ognir tínar við skøkjum, nú drepur tú gøðingarkálvin til hansara! (Luk. 25 – 32)

Øll kenn líknilsi um “tann burturvilst sonin” – sum Jesus sigur frá í Luk. 15. Ein undrast á, um ikki rættast var at nevna tað, “tann frelsti sonurin”. Tí tann sonurin, sum fór frá faðirinum, til eitt lív í synd, hann kom hóast alt heim aftur. Tann yngri av teimum tveimum synunum er tann frelsti sonurin.

Men tann eldri sonurin er í veruleikanum tann glataði sonurin. Tí hann var altíð heima við hús, og kundi av sonnum siga, at hann hevði tænt faðirinum í mong ár. Men viðurskiftini millum hann og faðirin vóru ikki í ordan.

Tað vísti seg tá tann yngri bróðurin kom heim. Faðirin bleiv ovur fegin, hann tók ímóti soninum við opnum ørmum og gjørdi eina veitslu fyri honum. Men tann eldri bróðurin fekk gron. Var tað nakað at gleðast um, at tann vónleysið sonurin at enda var komin heim?

Tann eldri helt ikki, at hann sjálvur hevði nakað at angra. Hann hevði ikki brúk fyri nakrari fyrigeving. Hann hevði altíð gjørt rætt. At tann yngri trongdi til fyrigeving, tað  dugdi hann sjálvsagt at síggja – tað var bara so meiningsleyst, at hann skuldi fáa tað so skjótt fyrigivið!

Og mær hevur tú aldri givið so frægt sum eitt smálamb, segði hann við faðir sín. Góði sonur mín, segði faðirin, tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt. Men tað fataði sonurin ikki. Hann hevði gingið heima í faðirsins ríkidømi øll árini, og var hóast tað fátækur.

Hvønn hugsar Jesus um her?

Nøkur vilja vera við, at tann “heimagangandi” sonurin er hann sum “er blivin standandi í sínum dóps sáttmála.” Men tað kann ikki passa, tí tann, sum er heima hjá Gudi, hann hevur ikki eitt slíkt kalt hjarta, eins og tann eldri sonurin?

Nei, tann “heimagangandi” sonurin, er fariseararnir. Teir hvestu tá Jesus tók ímóti tollarum og syndarum, og settu teir til borðs, saman við teimum. Jesus helt eitt spegil upp fyri teimum. Góðir grannar gleða seg, tá ein burturvilstur seyður er funnin aftur ella ein burturblivin pengi er afturfunnin. Men tit gleða tykkum ikki, tá tykkara egni bróðir verður bjargaður. Tit eru so fullvísir um tykkum sjálvar, at tit vit ikki hvat náði er.

Tú, sum lesur hetta, veitst tú hvat tað er at blíva frelstur? Kennir tú gleðina, tá ein syndari vendir um, og kemur heim?