2. jun, 2017

Oljukreppa

Elisa segði við hana: »Hvat skal eg gera fyri teg? Sig mær, hvat hevur tú í húsinum?« Hon svaraði: »Trælkona tín hevur einki í húsinum uttan eitt krúss við olju.« (2. Kong. 4, 2)

Einkjan hevði ein stóran trupulleika. Hon átt næstan onga olju eftir. Olja var neyðug í tátíðar húsarhaldinum. Neyð og fátækdømi setti dám á heimið.

Harrin greip inn, og gav henni eina undurfulla hjálp. Hann hjálpti henni við hennara oljukreppu, og hóast tað, so kann man siga, at hann birti eina nýggja oljukreppu. Tí nú bleiv trupulleikin ein heilt annar. Einkjan fekk so nógva olju, at til endans manglaði hon tóm íløt at fylla í. Fyrst tá hon ikki hevði fleiri íløt, tá steðgaði olju streymurin, sum Gud sendi inn í heim hennara. Støðan bleiv heilt broytt. Men tann nýggja trupulleikin var av tí góða.

Hetta undri lærir okkum nakað gott um tað yvirflóð, ið Gud gevur okkum. Vit møta tí sama við brúdleypi í Kana, har Jesus gjørdi 600 litrar av vatni til tað besta vín. “Eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð.” (Jóhs. 10, 10)

Um so er, at tú livir í andaligum fátækdømi í dag, so kunnu vit ikki siga, at skyldan er Guds, tí hann ikki hevur nokk at geva av. Grundin er heldur tann, at tú hevur ikki nokk av tómum íløtum at seta fram fyri hann. Oljan er mynd uppá Heilagan Anda. Paulus nevnir í Ef. 5, 18. “Lati tykkum fylla av Andanum!”

Tað er avmarka, hvat vit kunnu fylla okkum við, og framhaldandi hava pláss. Vit vilja so gjarna hava pláss til alt. Gud spyr eftir tómum íløtum. Tá kann hann av sonnum fylla okkum við sonnum ríkidømið. Fylla okkum við tí, ið byggir upp, og sum gevur gleði og megi, trúgv og frímóð. Hann fyllir við sínum Anda. Andi tekur Jesus við, har hann kemur. Hann leiðir okkum inn í Jesu nærveru.

Hevur tú oljukreppu í lívið tínum – trot av Anda. Tað er stórur munur á at vera “fátakur í andanum” og “trot av anda” júst Heilagan Anda. Í dag vil Gud gera teg ríkan í andnum. Men tá mást tú vera “fátækur í andanum”, fátækur í tær sjálvum. Hava tóm íløt. Tá fyllir hann á, so leingi, sum tað eru tóm íløt